Innanlands

Javnstøðunevndin: Ræðisrætturin skal liggja hjá kvinnuni

Sambært Javnstøðunevndini er núverandi føroyska fosturtøkulógin frá 1956 ótíðarhóskandi, og skapar hon ótryggar og óvirðiligar karmar fyri kvinnur

2023-10-02 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Í sambandi við at fosturtøkulógin verður endurskoðað, mælir Javnstøðunevndin til, at kvinnan, innanfyri eitt rímiligt og virðiligt mark, hevur ræðisrættin til at velja fosturtøku.

Soleiðis skrivar Javnstøðunevndin í skrivi í dag.

Javnstøðunevndin sigur, at hon heldur núverandi føroysku fosturtøkulógina frá 1956 vera ótíðarhóskandi, og at hon skapar ótryggar og óvirðiligar karmar fyri kvinnur, ið ynskja fosturtøku í Føroyum.

– Føroyska fosturtøkulógin er millum tær strangastu í Evropa, og er hon smíðað í eini tíð, tá ræðisrætturin hjá kvinnuni í samfelagnum var munandi øðrvísi, enn hann er í dag.

– Sum samfelag hava vit skyldu til at tryggja kvinnum møguleika fyri at velja fosturtøku á einum tryggum og upplýstum grundarlagi.

Javnstøðunevndin mælir til, at kvinnan innanfyri eitt rímiligt og virðiligt mark, hevur rætisrættin at velja fosturtøku, men hvat markið eigur at verða, sigur nevndin einki um.

Tað var í juni, at Løgmálaráðið boðaði frá, at fosturtøkulógin skuldi endurskoðast. Sagt varð, at lógin skuldi gerast meira tíðarhóskandi, og at Løgmálaráðið fór at hava fund við áhugabólkar, felagsskapir og onnur um málið, umframt at hyggjast skuldi eftir, hvussu norðurlendsku grannar okkara hava skipað teirra lóggávu á økinum.

– Tað kann taka nakað av tíð at endurskoða lógina og gera eitt nýtt lógaruppskot, men hetta er nakað, sum verður raðfest, segði Løgmálaráðið.

Les eisini: Danmark: Mæla til at loyvið til abort verður longt til 18. viku

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder