Innanlands

Javnstøðunevndin við vegleiðing um orðing av starvslýsingum

Sambært javnstøðulógini er tað ikki loyvt hjá arbeiðsgevara at lýsa eftir starvsfólki, har annað kynið hevur fyrimun

(Mynd: Javnstøðunevndin)

(Mynd: Javnstøðunevndin)

2018-09-28 11:27 Author image
Oda Strøm
placeholder

Javnstøðunevndin hevur nú gjørt vegleiðing um hesa áseting í javnstøðulógini, og góð ráð annars til orðing av starvslýsingum.

M.a. vísir javnstøðunevndin á, at orða- og myndavalið í starvslýsingum kann halda umsøkjarum av ávísum kyni frá at søkja eitt starv. Hetta kann føra til, at væl skikkaðir umsøkjarar halda seg aftur frá at søkja eitt starv, sum er lýst leyst.

Eisini eru í vegleiðingini ítøkilig dømi um orðing av starvsheitum v.m., og hvussu farast skal fram, um tað ikki ber til at finna eitt kynsneutralt starvsheiti.

Meira kann lesast í vegleiðingini frá javnstøðunevndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder