Uttanlands

J.D. Vance hitt pávan

Frans pávi hevur annars funnist at Trump og umsiting hansara

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-04-20 14:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frans pavi hevur í morgun havt ein stuttan fund við amerikanska varaforsetan, J.D. Vance.

Fundurin fór fram í Vatikaninum, upplýsir Vatikanið sambært Reuters.

Vance hitti í gjár nærmasta ráðgeva pávans, kardinalin Pietro Parolin, men tað varógreitt, um varaforsetin eisini skuldi hitta ovasta leiðaran í katólsku kirkjuni.

[object Object](Mynd: EPA)

Frans pávi hevur í fleiri førum funnist at Trump og umsiting hansara. Eitt nú hevur hann kallað amerikanska tilflytarapolitikkin fyri eina "skemd".

Á fundinum í dag, sum bert vardi nakrar fáar minuttir, skifti varaforsetin, sum sjálvur er katolikkur, páskaheilsanir við pávan, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder