![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjár viðgjørdi Uttanlandsnevdin málið um Hoyvíkssáttmálan. Ætlanin hjá Jenisi av Rana, landstýrismanni, og stóran part av nevndini, er at ógilda uppsøgnina av sáttmálanum við íslendingar. Undanfana løgting samtykti í desember í fjør, at Hoyvíkssáttmálin skuldi uppsigast, tí øll útlendsk feløg skuldu úr føroysku fiskivinnuni eftir nøkrum árum.
Onkrar broytningar eru gjørdar í sáttmálanum, sambært landstýrismanninum. Hetta var eftir ynski frá tveimum av limunum.
Jenis av Rana væntar, at uppskotið kemur ígjøgnum, áðrenn tingið fer í jólafrí. Hoyvíkssáttmálin stendur til at fara úr guldi á nýggjárinum. Uppskot til samtyktar skulu hava tvær viðgerðir í løgtinginum.
Keldur: Kringvarpið og logting.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald