Ætlanin hevur í eina tíð verið at siga upp Hoyvíkssáttálan, sum Føroyar gjørdu við Ísland fyri yvir tíggju árum síðani, og tað er á nýggjárinum, at sáttálin skal ógildast. Hesum vil Jenis av Rana steðga. Landstýrismaðurin hittist í seinastu viku við íslendska uttanríkisráðharranum Guðlaug Þór Þórðarsson í Keypannahavn. Hann er ósamdur við avgerðini hjá undanfarnu samgongu og undanfarna landstýrismann í uttanríkisráðharranum um at seta avtaluna við íslendingar úr gildi.
Les eisini: Jenis vónar at Hoyvíkssattmalin kann halda fram eftir nýggjár
Eftir fundin hevur Jenis av Rana ráført seg við uttanlandsnevndina. Um landstýrismaðurin fær undirtøku fyri ætlanini har, fer Jenis av Rana at leggja uppskot til samtyktar fyri tingið, tá tingfundur verður klokkan 14 seinnapartin. Hetta skrivarn Kringvarpið á heimasíðu sínari.
Uttanlandsnevndin hittist klokkan 10 og hevur bert hetta málið til viðgerðar. Andstøðutinglimir mótmæltu í seinastu viku ætlanunum hjá Jenisi av Rana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald