2018-10-17 13:21
- Eg havi tikið avgerð um, at um eg fái møguleikan so verður tað.
Tað segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, við R7 fyrr í hesari vikuni. Tað er sjálvandi treytað av, at Føroya fólk vil tað, men formaðurin væntar at Miðflokkurin sleppur í samgongu aftur eftir næsta val.
Eisini vónar hann, at størri møguleikar vera at samanseta eitt nýtt landsstýri.
- Eg vóni at ein flokkur sum Javnaðarflokkurin kann leysríva seg frá tí samgongu hann er í í dag, so vit fáa størri møguleikar aftaná eitt val at samanseta eitt nýtt landsstýri.
Øll málsøki hava áhuga fyri Miðflokkin at umsita, segði Jenis av Rana við R7.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald