Rík vinnulívsfólk av Fjóni hava yvirtikið Jensens Bøfhus og feløgini, sum hoyra til samtakið.
Fyrrverandi eigarin og stovnarin, Palle Skov Jensen, er ikki longur partur av fyritøkuni, og er farin úr nevndini í sambandi við yvirtøkuna. Tað skrivar Ritzau.
Stór undirskot í fleiri ár hava havt við sær at eginognin er burtur, men við nýggjum eigarum og øðrum bygnaði væntar nevndarformaðurin at tað fer at hilnast betri hjá felagnum.
Fyri einum árum síðani veittu somu vinnulívsfólkini eitt lán og vegleiðing, og longu nú eru tey í holt við at fáa Jensens Bøffhus at bera seg.
Sambært avisen Danmark verður eginognin hækkað við 25 milliónum umframt lánið á 40 milliónir fyri einum ári síðani.
Jensens Bøfhus hevði í 2017 eitt hall upp á 31 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald