
Føroyski fjallaklintrarin Jensjáku Hansen úr Miðvági kom í nátt upp á fjallatindin Lobuche East í Himmalaya fjøllunum í Nepal.
Túrurin í nátt var tó bara ein partur av venjingini til sjálvt málið fyri hendan túrin hjá føroyska ævintýraranum, sum er at koma upp á Ama Dablam, sum liggur í 6.812 metra hædd.
Jensjáku skrivar soleiðis á Facebook í morgun:
“Niður aftur í øllum góðum – toppurin á Lobuche East (6.119 m) er nú í posanum!
Vit fóru úr topp leguni klokkan 01 í nátt og vóru aftur 7 tímar og 35 minuttir seinni. Ein krevjandi, kaldur og brattur túrur – men ein fantastisk uppliving!
Hetta var partur av venjingini til Ama Dablam, sum bíðar um fáar dagar. Lobuche East er eitt tekniskt fjall, og túrurin gav mær bæði royndir og sjálvsálit.
Eg hevði ikki komið upp á toppin, um tað ikki var fyri mín trúgva sherpa, Richard, sum bar fyri meg og helt eyga við trygdini alla leiðina. Takk, Richard – tú vart ein lykil til hesa upplivingina.”
Jensjáku hevur sjálvandi eisini Merkið við (Mynd av Facebook)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald