Seinastu vikuna er danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod, kannaður fyri korona tvær ferðir, og í báðum førum varð úrslitið av kanningini negativt, upplýsir danska Uttanríkismálaráðið.
Jeppe Kofod luttók mánadagin á fundi í Luksemborg saman við øðrum uttanríkismálaráðharrum í ES.
Belgiski uttanríkismálaráðharrin, Sophie Wilmès og eysturíkski uttanríkismálaráðharrin, Alexander Schallenberg, hava fingið staðfest smittuna.
Talsfólk hjá eysturríkska uttanríkismálaráðnum segði í gjár, at Alexander Schallenberg møguliga varð vorðin smittaður á ES-fundinum. Upplýst varð, at hann eingi sjúkueyðkenni hevði, men at hann varð vorðin kannaður sum part av einari fastari mannagongd. Belgiski uttanríkismálaráðharrin fór í sóttarhald, eftir at hon fekk sjúkueyðkenni.
Jeppe Kofod varð kannaður týsdagin og fekk negativt úrslit, og hann lat seg aftur kanna leygardagin, og eisini tá var hann negativur.
Sambært Ritzau er svenski uttanríkismálaráðharrin, Ann Linde farin í sóttarhald, meðan hon bíðar eftir sínum kanningarúrsliti. Uttanríkismálaráðharrarnir í Týsklandi, Fraklandi og Spania eru staðfestir negativir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald