Innanlands

JFK-samtakið hevur ikki mist part av Barentshavskvotuni

Svar hjá Høgna Hoydal, ið annars ikki er kunngjørt enn, verður dúgliga viðgjørt á tingi í dag

Hanus Hansen, stjóri í JFK (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hanus Hansen, stjóri í JFK (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-09 12:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Reiðaríið JFK hjá Hanusi Hansen í Klaksvík hevur ikki mist stórvegis av botnfiskakvotunum í Barentshavinum eftir at nýggja fiskivinnuskipanin varð sett í gildi.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, í einum skrivligum svari, sum partakvinna hansara á løgtingi, Óluvá Klettskarð, hevur sett honum.

Svarið er ikki kunngjørt av løgtinginum enn, og heldur ikki sett á skrá til svar og viðgerðar. Men svarið, ið er dagfest í gjár, 8. oktober, varð latið ávísum fjølmiðlum í gjár.

Tingkvinnan spurdi landsstýrismannin fleiri spurningar viðvíkjandi støðuni hjá fiskivinnuni í Klaksvík, og kanska serliga JFK-samtakinum, ið hevur verið mest harðmælt í mótmælunum móti fiskivinnunýskipanini, ið varð sett í verk á nýggjárinum.

Høgni Hoydal vísir í svarinum á, at tað kanska ikki stendur so illa til, sum norðoyingar vilja vera við.

Viðvíkjandi støðuni í Barentshavinum vísir samanteljingin hjá Fiskimálaráðnum, at JFK, við sínum keypum á uppboðssøluni, ikki hevur mist stórvegis av sínum parti í Barentshavinum.

[object Object]

JFK-samtakið átti undir gomlu skipanini rættin til 46 prosent av kvotunum í Barentshavinum. Við núverandi kvotu á 27.721 tons, svarar tað til 12.752 tons.

Nýskipanin tekur nú ein part burturav til at selja á uppboði. Í ár eru 4.771 tons tikin burturav, so at parturin hjá JFK er minkaður til 10.557 tons.

Men JFK hevur verið virkið á uppboðssøluni, og hevur ognað sær 2.141 tons, svarandi til 45 prosent. Tilsamans hevur felagið eina kvotu á 12.698 tons í Barentshavinum. Tað eru 54 tons minni, svarandi til eina minking upp á 0,2 prosentstig.

”Ivasamt er tí, hvørt tað kann vera grundarlag at siga, at JFK velur at selja eitt skip orsakað av broytingum í skipanini av fiskivinnuni”, skrivar Høgni Hoydal í svarinum, men leggur eisini afturat: “Hvussu eitt reiðarí velur at disponera, er sjálvsagt teirra val.“

Men hann viðgongur eisini, at tonsatalið er minkað, og kann væntast at minka komandi árini, orsaka av lækkandi kvotum.

Svarið hjá Høgna Hoydal kann lesast her

Hanus Hansen hevur eisini svarað
Hanus Hansen, stjóri í JFK-samtakinum, hevur eisini sjálvur orðað eitt svar til Óluvu Klettskarð, tí tað tykist honum “at fara yvir um ánna eftir vatni ... at spyrja ein havnarmann” um fiskivinnuna í Norðuroyggjum.

Upp á spurningin hjá Óluvu Klettskarð um virksemið hjá samtakinum er skert ”...nú tey siga seg noydd at selja ein av trolarunum, ið royna í Barentshavinum, vegna fiskivinnunýskipanina”, svarar Hanus Hansen m.a.:

”Her er stutta svarið tíanverri ja. Kvotan í Barentshavinum er skerd so mikið, at vit mettu, at tað ikki var ráðiligt framhaldandi, at hava tvey skip at fiska í Barentshavinum... Tað, sum politikarar eftir mínum tykki hava ilt við at skilja er, at tað ikki ber til at eiga skip við tí endamáli at fiska kvotur, sum verða keyptar á uppboðssølu. Hetta er alt ov ótrygt, bæði fyri reiðarí og manning, og tað, sum verður keypt á uppboðssølu, verður oftast so dýrt, at rakstur ikki fæst í.”

Alt svarið hjá Hanusi Hansen kann lesast á lesarin.fo

Viðgjørt á løgtingi
Í dag hevur løgtingið annars aðalorðaskiftið um fiskivinnunýskipanina, bygt á eina frágreiðing, sum Høgni Hoydal frígjadagin 5. oktober legði fyri tingið. Sambært lógini skuldi henda frágreiðing annars verið latin innan 1. oktober.

Svarið til Óluvu Klettskarð og skrivið hjá Hanusi Hansen hava higartil fleiri ferðir verið tikin fram í viðgerðini, sum síggjast her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder