Vága býráð hevur í dag sett Jóannes N. Dalsgaard í starv sum kommunustjóri í Vága kommunu.
Ein setanarnevnd hevur viðgjørt umsóknirnar, havt samrøður við umsøkjarar og gjørt býráðnum tilmæli um setan. Samanumtikið metti setanarnevndin, at Jóannes N. Dalsgaard samanlagt hevur bestu fakligu og persónligu førleikarnar og leiðsluevnini, ið skulu til at røkja starvið sum kommunustjóri Vága kommunu. Býráðið samtykti einmælt at taka undir við tilmælinum, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Jóannes N. Dalsgaard er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur drúgvar royndir innan almenna fyrisiting, eitt skifti sum leiðari. Seinastu árini hevur hann starvast sum fulltrúi í Heilsumálaráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald