Mentan

Jóansøkan sett í kvøld

Ítróttafeløgini ganga skrúðgongu til jóansøkutorgið í miðbýnum, og síðani fer Johan Joensen, fyrrverandi lærari og stjóri í Tvøroyarar Skúla at seta jóansøkuna

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-25 15:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag verður jóansøkan á Tvøroyri sett.

Byrjað verður við, at ítróttafeløgini í kommununi savnast í Nýggja Skúlagarði og ganga skrúðgongu vestur til jóansøkutorgið í miðbýnum, har Tvøroyrar Hornorkestur, undir leiðslu av Tróndi Enni, tekur ímóti.

Johan Joensen, fyrrverandi lærari og stjóri í Tvøroyrar Skúla, setur jónasøkuna klokkan 19, skriva fyriskiparar.

Eftir setanina fer Hornorkestrið aftur at spæla, áðrenn pisufundurin hjá pisunum úr Miðnámsskúlanum í Suðuroynni verður klokkan 19.30. Í ár verður tað Dávid Lisberg úr Sumba, sum heldur pisurøðuna. Eftir pisufundin fara Lív og Tróndur at framføra nøkur løg.

Skráin fyri jóansøkuna 2021 sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder