Innanlands

Jobmatch verður í dag

Aksel V. Johannesen, løgmaður fer at seta starvsstevnuna, har íalt 77 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar luttaka

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-12-30 07:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og tað verður Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum fer at seta starvsstevnuna.

Í ár luttaka íalt 77 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, og áhugin fyri at tekna til hjá teim vitjandi hevur verið metstórur í ár.

Høvuðssponsorar til Jobmatch eru Tórshavnar kommuna og Bakkafrost. Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch.

Dyrnar lata upp kl. 12, og setanin verður kl. 12:10.

Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og starvsstevnan er endar kl. 17, tá Jazzygold fer at spæla nøkur løg.

Til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder