Týsdagin var miðskeiðisval í USA og harvið eru bert tvey ár eftir, til forsetaval aftur verður í heimsins valdsmiklasta landi. Harvið er eisini latið upp fyri valstríðnum, og spekulasjónirnar um, hvør fer at stilla upp fyri demokratarnar er tann mest spennandi í løtuni.
Trump hevur sagt, at hann ætlar at stilla uppaftur í 2020, og spurningurin er so, hvør demokratur vil bjóða honum av. Tað hoyrir nevniliga til undantøkini, at sitandi forsetin ikki verður afturvaldur.
Amerikanski forsetin kann sita í tvey valskeið. Tað er als ikki vanligt, at sitandi forsetin tapir valið um hann stillar uppaftur. Tað er einans hent tvær ferðir seinastu 80 árini, í 1992 tá eldri Bush tapti móti Bill Clinton og í 1980 tá Jimmy Carter tapti móti Ronald Reagan.
Joe Biden er favorittur
Joe Biden, ið var varaforseti hjá Barack Obama, verður í løtuni mettur at vera tann, sum helst stillar upp móti Trump í 2020.
Reuters og Ipos hava gjørt eina veljarakanning, har 40.000 amerikanarar vórðu spurdir, og úrslitið av kanningini var, at um Biden og Trump høvdu stillað upp, so hevði Biden vunnið við 51 prosentum móti 39 til Trump.
29 prosent av teimum spurdu ynskja, at Joe Biden skal verða demokratiskt valevni um tvey ár. Forsetavalið í USA verður týsdagin 3. november 2020.
Men áðrenn Joe Biden, sum verður 77 ára gamal í 2020, kann verða útnevndur til forsetavalevni, skal hann gjøgnum eitt drúgt valstríð við undanvalum í flestu av amerikansku statunum. Undanvalini byrja í Hew Hampshire 11. februar og sokallaði ”supertýsdagurin”, við avgerandi undanvalum í fleiri statum, verður 3. mars 2020.
Størsti trupulleikin hjá Biden er aldurin. Hann er trý ár eldri enn Trump, og stillar hann upp, verður hann tað elsta forsetavalevni nakrantíð.
Ein annar maður, sum tosað verður um, er ein uppaftur eldri maður, nevniliga Bernie Sanders, ið leingi stríddist fyri at koma upp á tal í 2016. Sanders er eitt ár eldri enn Biden. 22 prosent av teimum spurdu í kanningini vilja hava hann til forsetavalevni.
Topp 10
Aðrir demokratar, sum eru upp á tal at stilla upp til forsetavalið eru:
Kamala Harris, 54 ára gomul, sum er tann, sum veddingarfyritøkurnar meta at vera favorittur. Hon var í 2016 vald til senator í Kalifornia, og førdi seg fram sum sterkan kritikara av sitandi stýri í Washington í sambandi við hoyringarnar tá Brett Kavanaugh skuldi setast sum hægstarættardómari.
Cory Brooker, 49 ár, senatorur fyri New Jersey. Er littur, eins og Kamala Harris, og situr eisini sína fyrstu setu í Senatinum.
Elisabeth Warren, 69 ár, og senatorur fyri Massachusetts. Umboðar vinstraveingin í flokkinum og er at meta sum ein andstøðingur móti valdinum, sum fíggjarheimurin hevur á amerikanskan politikk.
Robert ”Beto” O’Rourke, 46 ár úr Texas. Í sambandi við miðskeiðisvalið týsdagin varð hann førdur fram sum tann heilt stóra demokratiska stjørnan, sum mundi vunnið senatorvalið móti Ted Cruz í tí annars konservativa statinum, Texas.
Kirsten Gillibrand, 51 ára gomul og senator frá New York. Hevur virkað fyri javnrættindi og móti kynsligum ágangi móti kvinnum langt áðrenn nakað æt #MeToo. Hevur verið offur fyri niðurgerandi álopum frá forsetanum sjálvum, og tað kann gerast ein fyrimunur í royndini at gerast forsetavalevni.
John Delaney, 55 ára gamal, umboðstingslimur frá Maryland. Tann einasti sum higartil hevur boðað frá, at hann stillar upp at gerast forsetavalevni. Tað gjørdi hann longu um ólavsøkumundið, langt áðrenn nakar annar hevur gjørt nakað slíkt.
Michael Avenatti, 47 ára gamal og mest kendur sum advokaturin hjá pornostjørnuni Stormy Daniels og eisini hjá einari av kvinnunum, sum ákærdi Brett Kavanaugh fyri kynsligan ágang. Kendur fyri at geva Trump skarpan gang á Twitter.
Oprah Winfrey, 64 ára gomul og kendur sjónvarpsvertur, men hevur fleiri ferðir fyrr sagt, at hon ikki hevur ætlanir at stilla upp sum forseti – kortini dagar navn hennara fram hvørja ferð tað verður spekulerað um forsetavalevnini. Er vælhavandi og hevur ráð til at stilla upp.
Trump/Pence
Hóast Donald Trump ikki alment hevur boðað frá enn, at hann stillar upp til komandi forsetaval, so er ongin, sum ivast í um hann ger tað. Fáar tímar eftir at hann varð tikin í eið sum forseti 20. januar í fjør, sendi Trump síni pappír inn til valmyndugleikarnar, har hann skrásetti seg til til afturval.
Og dagin eftir miðskeiðisvalið boðaði hann eisini frá, at núverandi varaforsetin, Mike Pence, hevði játtað at stilla upp undir sínari lið til komandi forsetaval.
Kanningar vísa, at Trump hevur stóra undirtøku millum síni egnu – størri enn nakar annar republikanskur forseti í nógv ár. Tí bendir lítið á, at nakað valevni av álvara torir at stilla upp ímóti honum.
Skuldi tað hent, at Trump ikki stillar upp, eitt nú av heilsuávum – hann verður 74 ára gamal til ta tíð - so er núverandi varaforsetin, Mike Pence, tann, sum verður mettur at hava størsta møguleikan at gerast valevni fyri republikanararnar. Aðrir kandidater eru høvuðsmótstøðumenn hansara frá valstríðnum í 2016, Marco Rubio og Ted Cruz. Fráfarandi formaðurin í umboðsmannatinginum, Payl Ryan, verður eisini mettur at vera ein møguleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald