USA fer at stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi, so leingi tað er neyðugt.
Tað gjørdi amerikanski forsetin, Joe Biden greitt eftir Nato-toppfundin í Madrid í dag.
– Vit fara at stuðla Ukraina, so leingi tað er neyðugt, so Russland ikki fær møguleikan at vinna á Ukraina, sigur Biden.
Amerikanski forsetin leggur afturat, at USA komandi dagarnar fer at stuðla Ukraina við tað, sum svarar til 5,7 milliardir krónur afturat til keyp av meira hernaðarútgerð.
Í kjalarvørrinum á russisku innrásini eru orkuprísirnir vaksnir nógv, og hóast hetta ikki fær umsitingina hjá Biden at broyta kós viðvíkjandi Ukraina, sigur hann sambært DR, at hann vónar, at eitt altjóða prísloft verður koyrt á russiska olju, so russarar ikki longur kunnu forvinna so nógvar pengar gjøgnum oljuútflutning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald