Jógvan Skorheim verður einasta valevni hjá Sjálvstýrinum til fólkatingsvalið. Tað ger flokkurin greitt í tíðindaskrivi. Flokkurin heldur tað ikki geva meining at stilla fleiri fólk upp, tá flokkurin kortini ikki ætlar at sita á fólkatingi.
Í gjár var tíðindafundur hjá Sjálvstýri á Gamla Apoteki. Flokkurin legði fram valskránna, sum hevði greiða boðskapin, at flokkurin ikki ætlar at møta á fólkatingi, um flokkurin vinnur ein sess. Men valevnislistin hjá flokkinum var ikki klárur. Avgerð, um hvør skuldi stilla upp, skuldi takast á landsnevndarfundi í gjárkvøldið.
Men greitt var kortini, at talan helst ikki fór at vera um meira enn tvey valevni, tí talan er bara um tveir fólkatingssessir. Og tá flokkurin kortini ikki ætlar at sita í sessinum, er ongin tørvur á eykafólki. Tað vóru einans tvey valevni fyri flokkin á seinasta vali, tá Jógvan Skorheim og Pól Jákup Poulsen stillaðu upp fyri flokkin.
Flokkurin hevur lítlan møguleika at vinna nakran av sessunum, um hugt verður eftir seinastu valunum. Í 2015 fekk flokkurin einans 403 atkvøður, sum eru 5263 færri atkvøður enn Javnaðarflokkurin, ið vann seinna sessin á fólkatingsvalinum tá.
Jógvan Skorheim fekk sjálvur 297 atkvøður á valinum í 2011. Tí skal hansara atkvøðutal helst vaksa við 5300 atkvøðum, um hann skal gera sær vónir um at vinna sessin. Tá kann listin sjálvur sjálvandi eisini fáa nakað av atkvøðum, sostatt at Jógvan Skorheim ikki sjálvur skal standa fyri øllum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald