2018-10-04 09:26
Val verður í november. Tað væntar John Johannesen, politiskur viðmerkjari.
- Løgmaður hevur lítið í at velja. Flokkur hansara er í løtuni ikki stjórnarberandi. Hann hevur tí tveir lutir í at velja, skrivar John Johannesen á Facebook.
- Valmøguleikarnir eru antin at fáa Kristin Michelsen at trekkja uppskot sítt aftur ella at útskriva val.
- Tað hongur ikki saman, at løgmaður stóð so fast ímóti Henriki Old og nú bara kann góðtaka hetta uppskot frá Kristini Michelsen - og Magna Laksáfoss, sigur John Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald