Innanlands

John Johannessen ikki longur í Kringvarpinum

Kendi Dagur og viku-verturin og Kringvarpið hava skrivað undir avtalu um at John Johannessen fer úr starvinum

(Skíggjamynd: KvF)

(Skíggjamynd: KvF)

2026-02-26 06:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

John Johannessen og Kringvarpið hava skrivað undir avtalu, sum merkir, at kendi Dagur og viku-verturin fer úr starvi. Hann er fríttstillaður og kemur ikki aftur til arbeiðis.

Tað upplýsti Magnus Dam, kringvarpsstjóri, fyri VP, í gjár. Men tað er ikki Magnus Dam, sum hevur havt starvsfólkamálið undir hond.

Kringvarpsstjórin og John Johannessen eru vinmenn privat, og tískil varð heitt á Maritu Rasmussen, at taka við sum fyribils stjóri fyri stovnin. Einasta uppgávan hjá henni var at viðgera starvsfólkamálið, sigur Magnus Dam við VP.

Nógv profilieraði kringvarpsjournalisturin hevur verið nógv umrøddur í greinarøð á Frihedsbrevet um hansara atburð í náttarlívinum, og hevur síðan ikki verið á skíggjanum. Heldur ikki hevur hann verið at hoyrt í útvarpinum.

Les eisini: Fleiri siga frá kynsligum ágangi frá John Johannessen

Les eisini: Dagur og viku vertur meldaður fyri blúnisbrot

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder