Mentan

Johnny Cash ger um seg aftur

Sheryl Crow gevur út duett við legendariska ’manninum í svørtum’

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-04-23 13:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í USA verður nú sæð fram við spenningin móti útgávuni av eini fløgu við sangarinnuni Sheryl Crow. Hesaferð er talan um eina útgávu, har væl umtókta sangarinnan syngur saman við øðrum sangarum.

Fyrsta lagið er longu leyslatið – eisini sum video – og talan er um eina duett við sjálvasta Johnny Cash, sum doyði í 2003.

Tey hava ikki sungið sangin inn saman, men talan er um eitt miks av nýggjum innspælingum hjá henni og eini eldri upptøku av honum. Sangurin tey syngja er dapra lagið ”Redemption Day” hjá nú 57 ára gomlu Sheryl Crow, sum hon gav út í 1996 á aðru útgávuni síni, sum hevði navn hennara sum heiti.

Johnny Cash gjørdi eina innspæling av sanginum fáar mánaðir áðrenn hann doyði 12. september 2003.

Crow hevur greitt frá, at hon varð uppringd av versoni Johnny Cash’, sum tráspurdi hana um, hvat sangurin snúði seg um, og hvat hvør ørindisregla merkti. Johnny Cash innspældi nógvar sangir hjá yngri sangskrivarum á sínum síðstu árum, men tað hevði alstóran týdning fyri hann, at hann nágreiniliga visti, hvat tað var, hann sang um, hevur sonur hansara John Carter Cash greitt frá.

Johnny Cash og Sheryl Crow kendust, vóru vinfólk síðan Tom Petty navnkendu tey fyri hvørjum øðrum í 1995.

Cash sang sangin inn stutt eftir at hann hevði mist konu sína, Juna Carter Cash í mai 2003, og sangurin kom við á útgávuna ”American VI: Ain’t no Grave”, sum kom út í 2010, sum ein av fleiri útgávum av upptøkun, hann gjørdi áðrenn hann andaðist.

Í sambandi við, at Cheryl Crow nú arbeiðir við eini fløgu, har hon syngur sangir saman við eitt nú Keith Richards, Don Henley, Willie Nelson og Vince Gill, gjørdi hon av eisini at koma við eini nýggjari versjón av ”Redemption Day” har sangurin hjá Johnny Cash verður flættaður inn í nýggjar upptøkur við henni.

Upprunaútgávan av ”Redemption Day” hjá Sheryl Crow frá 1996:

Upptøkan hjá Johnny Cash av sanginum í 2003:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder