Innanlands

Johnny í Grótinum: - Eg hevði fingið nokk

Johnny í Grótinum sigur, at ágangandi herferðin hjá Sosialinum var viðvirkandi til fráfaringaravtaluna

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2018-07-05 15:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í lesarabrævi í dag viðgongur Johnny í Grótinum, fyrrverandi kringvarpstjóri, at hann gjørdi eitt mistak, tá hann sendi teldupostar til VP.fo.

- Eg bar eingin ósannindi og avdúkaði einki loyniligt, tvørturímóti endurgav eg bert úr almennum tilfari. Men eg var ov hjálpsamur og gjørdi eitt mistak, sum eg harmist um og eisini bað starvsfólk míni um treytaleysa umbering fyri.

Johnny sigur eisini, at nú hevði hann fingið nokk.

- Men eg havi onga væntan um, at Barbara Holm harmast um nakað sum helst. At ágangandi herferðin hjá Sosialinum var viðvirkandi til, at Stýrið og eg so smidliga og skjótt gjørdu eina fráfaringaravtalu, nýtist ongin at ivast í. Eg hevði fingið nokk.

Tað er sum at verða í einum amerikonskum krimifilmi

Johnny í Grótinum sigur, at tað at fáa ein aktivistiskan journalista uppá nakkan er sum at verða í amerikonskum krimifilmi

- At fáa ein aktivistiskan journalist sum Barbaru Holm upp á nakkan kennist eitt sindur sum at vera í amerikonskum krimifilmi, har løgreglumaðurin minnir brotsmannin á: ”Anything you say, can and will be used against you!”

Johnny í Grótinum sigur at enda, at hann nú hevur lagt Kringvarp Føroya afturum seg, og at hann við lesarabrævinum ynskir at varpa ljós á vandamiklu avleiðingarnar av virkseminum hjá aktivistiskum journalistum.

- Eg havi við hesi grein nýtt høvi at varpa ljós á vandamiklu avleiðingarnar av virkseminum hjá aktivistiskum journalistum, sum fyrilitarleyst fylgja síni egnu dagsskrá uttan javnvág í viðgerð síni. Vónandi kunnu røttu ábyrgdarhavandi taka hædd fyri hesum í roynd teirra at skapa betri rásarúm og gróðrarbotn fyri sakligum journalistikki í Kringvarpi Føroya, Dimmalætting og Sosialinum, tí dugnaligu starvsfólkini og samfelagið alt hevur tað uppiborið.

Sí lesarabrævið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder