Innanlands

Johnny í Grótinum finst at viðgerðini av sínum persóni

Fyrrverandi kringvarpsstjórin heldur ikki at hann er hoyrdur í málinum

Mynd: KVF

Mynd: KVF

2018-07-05 15:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í lesarabrævi, sum Johnny í Grótinum, fyrrverandi stjóri í Kringvarpinum, hevur sent fjølmiðlunum, ávarar hann staðiliga móti tí aktivistiska journalistikkinum, sum millum annað hevur rakt hann seinastu tíðina.

Johnny í Grótinum finst serliga at mátanum Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum, hevur viðgjørt seg í mun til uppsagnarmál, sum Johnny í Grótinum hevur verið partur av sum forstjóri í Landssjúkrahúsinum og stjóri í Kringvaprinum.

- Eg greiddi henni (Barbaru Holm, red) frá, at uppsagnirnar vóru púra ósambæriligar, og at eg ongan lut átti í tí einu uppsøgnini á Landssjúkrahúsinum. Men Barbara svaraði mær aftur mánamorgun kl. 8:03, at hon ikki fór at taka hesa bakgrundsvitan við í blaðið. Hennara søga skuldi ikki órógvast av fakta frá mær, høvuðspersóninum í forsíðusøguni um ”dýra almenna stjóran”

Fyrrverandi stjórin í Kringvarpinum finst eisini at, at Barbara Holm og George L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting, ikki vildu taka hansara lýsing av málunum til eftirtektar. Hann vil tí í lesarabrævinum fegin lýsa støði í tí tilfari, sum alment innlit longu er veitt í.

Johnny í Grótinum vísir á, at hann ikki var partur av uppsagnarmálinum um deildarleiðaran á Landssjúkrahúsinum, og at tað tí var faktuelt skeivt av Dimmalætting og Sosialinum at brúka hesa ógildaðu uppsøgn til at gera nakra niðurstøðu um sín leiðsluatburð ella um, hvussu nógv hansara uppsagnarmál hava kostað landskassanum.

- Fakta frá høvuðspersónunum í hesum uppsagnarmálið høvdu tó ikki teirra áhuga, tí tey tykjast longu hava fingið skjalainnlit og vinkling upp á søguna frá Jan Lamhauge, journalisti í Kringvarpinum. Hann ákærdi meg í klagu til Kringvarpsstýrið í desember 2017 grundað á hetta eina uppsagnarmál fyri at ”hava eina siðvenju frá Landssjúkrahúsinum við ógildaðum uppsøgnum”. Á fundum við Jan og Stýrið greiddi eg neyvt frá rætta samanhanginum, sum Stýrið tók til eftirtektar, meðan Jan tykist bert at hava ypt øksl og – sambært útgreiningini hjá Norðlýsinum av skjalainnlitunum – varpað sína niðurstøðu víðari til hini bæði miðlahúsini í høvuðsstaðnum.

Sí lesarabrævið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder