Innanlands

Jólabryggið hjá Føroya Bjór kemur á marknaðin í dag

Í sambandi við at jólabryggið kemur á marknaðin verður skipað fyri J-degi

2018-11-02 12:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eins og undanfarin ár kemur jólabryggið hjá Føroya Bjór út fyrsta fríggjadag í november. 

- Vit hava gjørt nógv burtur úr góðsku og neyvari samanseting av rávørunum, hetta fyri at fáa eitt gott samanspæl og eina góða javnvág ímillum tann søta smakkin frá maltinum og tann beiska frá humluni, sigur Annika Waag, virkis og góðskuleiðari á Føroya Bjór um jólabryggið 2018.

Jólabryggið hóskar serliga væl afturvið øllum jólamati sum røstum kjøti, gás, fleska- og oksasteik, verður sagt.

Í sambandi við at jólabryggið kemur á marknaðin skipar Føroya Bjór fyri J-degi í skeinkistøðum kring landið, har bryggið ávísar tíðir á kvøldinum fæst fyri bert eina krónu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder