Innanlands

Jólatekningin hjá Maritu vann

Tað er vakra jólatekningin hjá Maritu Isaksen, sum í ár prýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, og Marita Isaksen, sum vann teknikappingina (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, og Marita Isaksen, sum vann teknikappingina (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2018-10-29 10:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Klaksvíkar kommuna skrivaði herfyri út eina jólateknikapping, har vinnandi tekningin skuldi myndprýða jólakortini hjá kommununi. Tá ið freistin var farin, vóru 43 tekningar komnar inn, og vinnarin gjørdist 10 ára gamla Marita Isaksen, sum gongur í 4.d á Skúlatrøð.

Fríggjadagin vitjaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í skúlanum, har hann handaði Maritu eina gávu og fyrsta jólakortið.

Klaksvíkar kommuna ynskir Maritu hjartaliga til lukku við vinninginum, og takkar øllum fyri tær mongu vøkru tekningarnar, sum komu inn. Tekningarnar verða hongdar sum jólaprýði í Býráðshúsinum á Nólsoyar Pálsgøtu 32, tá ið jólini nærkast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder