2018-11-13 11:07
Leygardagin 1. desember verður jólatræið á Vaglinum tendrað. Annika Olsen, borgarstjóri, heldur røðu og Uni Næs, prestur, talar.
Vanligt er, at nógv verður gjørt burturúr, tá jólatræið á Vaglinum verður tendrað, og í ár er einki undantak. Havnar Hornorkestur spælir tónleik, kór syngja og jólamenn ganga í býnum og nógv onnur tiltøk verða í miðbýnum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Handlar í býnum hava opið leingi í samband við at jólatræið verður tendrað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald