Innanlands

Jonhard Hammer farin frá sum stjóri á Sosialinum

Stjóraskifti í Miðlahúsinum og broytingar í nevndunum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-25 12:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eirikur Lindenskov er nýggjur stjóri á Sosialinum. Tað er fráboðað Skráseting Føroya í dag.

Leysasøgur hava annars gingið í eina tíð nú, at broytingar fóru fram í Miðlahúsinum, og at Jonhard Hammer skuldi vera farin frá sum stjóri, og nú eru hesar broytingar fráboðaðar skrásetingini.

[object Object]Jonhard Hammer (Mynd: KVF)

Broytingar eru eisini í nevndini hjá Sp/f Sosialurin. Nevndarformaðurin, Eyðfinnur Jacobsen, og Ole Sloth Rasmussen á Frederiksberg eru farnir úr nevndini.

Innkomin í nevndina er Jóhanna Vang. Hon hevur arbeitt á Sosialinum í nógv ár.

Eyðfinnur Jacobsen er eisini farin úr nevndini í móðurfelagnum, P/F Miðlafelagið, og Jóhanna Vang er komin inn í nevndina.

Les eisini: Sosialurin hevði gott úrslit hóast skerjingar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder