Innanlands

Jónhild nýggjur deildarleiðari á Gøtubrá

Jónhild hevur 10 ára leiðsluroyndir innan umsorganarøkið

2018-10-04 13:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nánd hevði móttøku mánadagin fyri nýggja deildarleiðaranum á Gøtubrá í Norðragøtu. Nýggi deildarleiðarin eitur Jónhild Abrahamsen.

Jónhild er dóttir Edmund og Elspu Abrahamsen í Fuglafirði. Hon er 48 ára gomul, er bankalærd, hevur útbúgving sum sosialráðgevið umframt masterútbúgving í almennari leiðslu. Hon hevur arbeiðsroyndir sum sosialráðgevi og familjuráðgevi og hevur 10 ára leiðsluroyndir innan umsorganarøkið, eitt nú sum leiðari á einum stovni fyri fjølbreka, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu síni.

Nánd bjóðar Jónhild hjartaliga vælkomin í starv sum deildarleiðari á Gøtubrá og ynskir henni blíðan byr í arbeiðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder