Innanlands

Jónhild og Katarina eru ársins álitisfólk

Ársins álitisfólk er ein heiður, sum verður latin á hvørjum ári á aðalfundi hjá Starvsmannafelagnum

Á Myndini síggjast (t.v.) Jónhild og Katarina.

Á Myndini síggjast (t.v.) Jónhild og Katarina.

2019-03-09 20:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvær kvinnur fáa í ár heiðurin sum Ársins álitisfólk í Starvsmannafelagnum. Hetta var greitt á aðalfundi felagsins í dag.

Tær eru Katarina Petersen, álitisfólk í Sosialu Deild í Tórshavnar kommunu, og Jónhild Jørgensen, álitisfólk í Vága kommunu, sum fær heiðurin fyri arbeiðið sum álitisfólk í Barnaverdartænastuni í Vágum, boðar Starvsmannafelagið frá í tíðindaskrivi.

Felags fyri tær báðar er, at tær hava verið í truplum starvsfólkamálum, har tær hava verið sakligar, avgjørdar, róligar og stinnar, og hava verið við til at tryggja rættindi hjá starvsfólkunum. Tær hava samvitskuful og ábyrgarfult røkt starvið sum álitisfólk, stendur millum annað í grundgevingunum, skrivar felagið.

Tað eru limirnir og nevndin í Starvsmannafelagnum, sum tilnevna og velja Ársins Álitisfólk. Hetta er ein heiður, sum verður latin eina ferð um árið á aðalfundi felagsins.

Les eisini: Nevndarval í Starvsmannafelagnum seinnapartin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder