Innanlands

Jørgen Niclasen: Tað er brúk fyri Fólkaflokkinum

Jørgen Niclasen afturvaldur til floksformann og helt eina formansrøðu, sum var ein long atfinning av avrekslistanum hjá núverandi samgongu

(Mynd: Fólkaflokkurin)

(Mynd: Fólkaflokkurin)

2018-11-17 12:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Undir yvirskriftini, ”Jú, sanniliga er brúk fyri Fólkaflokkinum”, helt Jørgen Niclasen fyri løtu síðani sína frágreiðing til landsfundin, sum Fólkaflokkurin í dag heldur í hábærsligu høllini Salt á Drelnesi.

Tá fundurin varð settur, varð upplýst, at landsnevndin hjá flokkinum einmælt hevur afturvalt Jørgen Niclasen til floksformann.

Røðan hjá afturvalda formanninum var ein long atfinning av politikkinum hjá sitandi samgongu, og tað kundi merkjast á røðuni, at Fólkaflokkurin nú fer í valstríð við góðum treysti, tí veljarakanningarnar, sum hava verið, hava víst stóra undirtøku fyri Fólkaflokkinum.

Jørgen Niclasen gjøgnumgekk í røðu síni avrikslistan hjá vinstravendu samgonguni, sum hann segði vera syndarligan við øllum avgjalds- og skattahækkingunum, sum eru framdar og útreiðslunum, sum bara eru hækkaðar.

Formaður Fólkafloksins vísti á ójavnan, sum hetta hevur skapt.

- Eitt annað avrit hjá hesi samgonguni er, at ójavnin í samfelagnum er vaksin. Ójavnin millum økir í landinum er vaksin og ójavnin millum løntakarar er vaksin. Landsstýrið hevur hækkað lønir í prosentum, sum merkir, at yvirlæknin hevur fingið í minsta lagi 4 fer so høga lønarhækking sum hjálparfólk hava fingið. Í lønarsamráðingum hava leiðarar, kommunulæknar og journalistar fingið ovurstóra lønarhækking. Tey lægstløntu eru taparnir. Hetta skal broytast. Lønir skulu hækka í krónum. Ikki í prosentum. 

Jørgen Niclasen fýltist eisini á tað, sum er hent á tjóðskaparøkinum undir hesi samgonguni, og vísti á Føroyar ikki eru vorðanar fíggjarliga frælsari í samgonguskeiðinum, hóast vit liva í sera góðum tíðum.

Eisini óttin fyri teimum fremmandu var eitt evni í røðuni hjá fólkafloksformanninum.

- Fyri okkum er eisini avgerðandi, at Føroyar fyrst og fremst eru fyri føroyingar. Alt Europa er hótt av innflytarum og teirra politiska átrúnaði. Dømi sum sharia lógir og kvinnukúgan eru ræðandi. Í skjólið av átrúnaði eru víðgongd, sum fremja yvirgang, sjálvt í okkara grannalondum. Vit mugu ikki enda har, og vit hava møguleikan at verja okkum. 

- Vit eiga at hjálpa flóttafólkum á staðnum, ella í nærumhvørvinum, og ikki flyta tey um hálvan jarðarknøttin til Føroya. Vit mugu læra av mistøkunum hjá grannalondunum. Fremmand skulu vera so hjartaliga vælkomin, men tey mugu og skulu integrerast í okkara samfelagið. Ikki øvugt. Tað er okkara mál, , segði Jørgen Niclasen. 

Landsfundurin í Salt heldur fram í dag. Til ber at fylgja stroymingini her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder