2019-11-07 07:34
28. august er atljóða judodagur. Hendan dagin í 1860 var japanarin, Jigiro Kano, føddur. Fyrst í 1880-unum skapti hann judo ítróttin burtur úr fleiri ymiskum stríðskynstrum.
Altjóða Judosambandið setti í ár eitt tema fyri altjóða judodagin: Planta eitt træ.
Sunda Judofelag tók undir við hesum, og nú leygardagin 9. november fara limir úr Sunda Judofelag saman við nógvum øðrum í Náttúrulundina við Streymin at planta trø.
Øll eru vælkomin til hetta tiltakið, sum er alment, har tilsamans 1.000 trø skulu plantast. Náttúrulundin við Streymin vónar fjølmenta luttøku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald