Uttanlands

Kähler selt fyri stóra upphædd

Rosendahl Design Group hevur keypt fyritøkuna

2018-10-04 18:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Rosendahl Design Group hevur nú keypt fyritøkuna Kähler. Talan er um eitt keyp á einum millióna upphædd við trimum tølum.

Rosendahl, sum millum annað er kent fyri at framleiða Kaj Bojesen apurnar, fer nú eisini at eiga kendu Kähler vasarnar.

Við hesum eigur Rosendahl nú nøkur av kendastu donsku vørunum, og setur seg sera sterkt á danska marknaðin, skrivar TV2. Henrik Rosendahl, sum er partur av Rosendahl familjuni, sum eigur Rosendahl Design Group, sigur, at familjan ætlar framhaldandi at keypa kendar danskar design fyritøkur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder