Í 1979 byrjaði virksemið hjá Kaj Andreasen & Co í Vørðsluni, við sølu av fiskireiðsskapi, bátaútgerð og máling, umframt sølu av teimum vørunum vit kenna í dag so sum Atlas Copco boriútgerð, luftamboð, kompressarar, Hünnebeck stilass og forskallingsútgerð og útleigan av ymiskari útgerð til vinnuna.
Fyritøkan hevur lagað seg til gjøgnum árini, men kjarnuvørurnar hava alla tíðina fylgt við, sum eisini hevur havt tað við sær, at starvsfólkini hava fingið sær góðan kunnleika og hava útbúgvið seg innan hesi økini.
Ongin ivi er um, at innan boring og spreinging hevur fyritøkan gingið undan, tí í hesum døgum hevur fyritøkan egna framleiðslu av spreingievni.
Búskaparligar tillagingar
Tað er neyðugt at leggja um, tá virksemi í samfelagnum broytist, so í fyritøkuni hevur altíð verið lagdur dentur á, at verður eftirspurningurin lagdur á annan bógv, hevur fyritøkan sæð tørvin á, at ganga skiftandi ynskjunum á møti – “tit hava tørvin – vit eru veitarin!”
Hetta setur sjálvandi serlig krøv til starvsfólk og annað, men í lítla samfelagnum metir fyritøkan, at tað er neyðugt alsamt, at menna seg samstundis sum vit altíð vilja vera fleksibul og gera neyðugar tillagingar, so fyritøkan altíð kann hava ein sunnan og tryggan búskap til komandi avbjóðingar og fyri at kundin altíð kann kenna seg tryggan við, at vit sum veitari eru ein sterkur og tryggur samstarvsfelagi.
Ættarliðsskifti
Eftir handilslæru og loknan lestur og at hava starvast í fyritøkuni síðani 1998, yvirtók sonurin, Bergur, fyritøkuna í 2008.
Komandi 40 árini
Sum nevnt hevur fyritøkan ígjøgnum øll árini gjørt neyðugar tillagingar fyri altíð at tryggja kappingarførið, so sjálvt um vit ikki kenna framtíðina, fer handilsfyritøkan Kaj Andreasen & Co at liva upp til setningin, at hevur kundin tørvin, fara vit at verða veitarin!
Hjá Kaj Andreasen & Co verða hesi 40 árini markeraði við ymsum marknaðarátøkum, nýggjari heimasíðu www.andreasen.fo og øðrum, sum lýst verður við leypandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald