Innanlands

Kaj Leo: - Javnaðarflokkurin eigur at skriva út nýval

Fyrrverandi løgmaður heldur tað verða ótrúligt, at samgongan finnur seg í at Javnaðarflokkurin førir valstríð

Kaj Leo Holm Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen

2018-11-09 14:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, finst á Facebook at Javnaðarflokkinum, sum hann sigur førir valdyst einsamallur, meðan flokkurin situr í samgongu.

Javnaðarflokkurin hevur á Facebook gjørt uppslag, sum vísir hvussu nógv tey lágløntu hava fingið afturat at liva fyri um árið, meðan flokkurin hevur sitið í samgongu.

- Undan valinum settu vit okkum fyri, at tað skuldi vera lættari at vera lágløntur í Føroyum. Við millum annað skattalækking, hækkaðum lestrarstuðli, hækkaðum Samhaldsfasta, familjuískoyti og hægri barnafrádrátti eru vit í dag komin nógv nærri hesum máli. Hetta eru vit sera fegin um. Tað er gott fyri einstøku familjurnar, fyri búskapin og fyri alt samfelagið, skrivar Javnaðarflokkurin á Facebook.

Uppslagið hjá Javnaðarflokkinum fellur ikki í góða jørð hjá Kaj Leo Holm Johannesen, sum heldur, at løgmaður átti at skriva út nýval. Fyrrverandi løgmaður hevur sjálvt deilt uppslagið hjá Javnaðarflokkinum og skrivar soleiðis:

- Hevði tað ikki verði ruddiligari og meira ”Fair Play” at skriva út nýval, heldur enn at føra valdyst sum einsamallur flokkur, meðan tit sita í samgongu. Ótrúligt at tykkara kollegar í samgonguni finna seg í hesum.

Nógvar gitingar hava verið um, at nýval fer at verða skrivað út áðrenn nýggja árið, men hesum hevur løgmaður avnoktað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder