– Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um framyvir at lata upp fleiri ókeypis kanningarstøðir kring landið?
– Heldur landsstýrimaðurin tað vera rætt, at føroyingar rinda fyri kanningarnar hjá útlendingum? Og ætlar landsstýrismaðurin at broyta hetta?
Soleiðis ljóðaði fyrispurningurin, sum Jóhannis Joensen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, setti landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen 11. august.
Í viðmerking til fyrispurningin vísti Jóhannis Joensen m.a. á, at ynski var um, at fleiri ókeypis kanningarstøðir áttu at verið í Føroyum.
Fleiri kanningarstøðir høvdu lættað trýstið í Havn
Kannað hevur verið á útoyggj, og sjúkrahúsverkið hevur eisini ókeypis kanningarstøðir í Havn, Klaksvík, í Trongisvági og í Runavík. Tað hevði lættað um atkomuna hjá fólki kring landið, umframt at tað hevði lættað trýstið og stytt um bíðitíðirnar í høvuðsstaðnum, um ókeypis kanningarstøðir eisini vórðu settar upp í Vágum og á Sandoynni, sigur hann.
Tingmaðurin sigur, at eitt nú vágafólk, ið ynskja at kannast í nærumhvørvinum mugu gjalda fyri hetta hjá Thetis, sum hevur kanningarstøð á flogvøllinum, og sandoyingar mugu av oynni fyri at fáa ókeypis kanningar.
Jóhannis Joensen undrast eisini á, at føroyingar gjalda 2-3 mió. krónur um vikuna fyri, at útlendsk ferðafólk kunnu fáa ókeypis koronakanningar við komu. Samstundis skulu føroyingar sjálvir rinda fyri at lata seg kanna hjá Thetis, sum er fyritøkan, ið eisini tekur sær av kanningunum av ferðafólki.
Verandi tilboðini røkka væl út til allar borgarar
Í svari til fyrispurningin 20. august, segði Kaj Leo Holm Johannesen, at tað var ikki óhugsandi, at tey fóru at senda fólk út aftur seinni at kanna fólk á útoyggj. Sjúkrahúsverkið hevur eisini tikið stig til eitt tilboð í Nólsoy, umframt at fólk í Sandoynni kunnu kannast hjá kommunulæknanum.
Tó heldur landsstýrismaðurin ikki, at tað er neyðugt við fleiri ókeypis kanningarstøðum.
– Spurningurin um fleiri kanningarstøðir hevur verið umrøddur við leiðsluna í sjúkrahúsverkinum. Niðurstøðan er, at vit við hesum kanningartilboðum røkka væl út til allar borgarar, sum ynskja at lata seg kanna fyri koronu. Allarflestu borgarar kunnu nú koma til eina kanningarstøð innan 40-45 minuttir, sum má metast at vera ein nøktandi tænasta.
Hann ásannar, at bíðitíðin fyrstu tíðina hevur verið long, men at bíðirøðirnar fyri at lata seg kanna nú eru munandi stytri, og verður tí ikki mett, at tørvur er á fleiri kanningarstøðum.
– Tað er eingin loyna, at bíðitíðin fyrstu tíðina hevur verið órímiliga long, og hetta hevur verið ein avbjóðing fyri øll, sum hava latið seg kanna, uttan mun til hvar í landinum tey búgva. Tað hevur verið væntandi, at stóra trýstið fór at hæsa av, og longu nú eru bíðirøðirnar og bíðitíðirnar munandi styttar.
– Landsstýrismaðurin metir tí ikki, at tað í verandi støðu er tørvur á at skipa fleiri nýggjar kanningarstøðir kring landið.
Rímiligt at taka gjøld frá ferðafólki
Kaj Leo Holm Johannesen metir eisini, at tað er rímiligt at taka gjøld frá ferðafólki fyri koronakanningarnar, men heimild er ikki í føroysku epidemilógini til at krevja, at ferðafólkini sjálvi rinda.
– Sambært § 28 í epidemilógini rindar landsstýrið allar útreiðslur eftir lógini. Heimild er sostatt ikki í galdandi føroysku epidemilóg til at taka gjøld frá ferðafólki fyri koronakanningar. Samstundis hevur málsviðgerðin víst, at tað ikki er møguligt at broyta hesa áseting í epidemilógini.
– Landsstýrið kannar tí, um heimild kann fáast innan onnur málsøki, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum ikki umsitur. Hetta arbeiðið er enn ikki komið á mál.
Alt svarið hjá landsstýrismanninum kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald