![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Síðan Sjúkrahúsverk Føroya skrivaði út navnakapping í sambandi við æltaðu navnabroytingini av sjúkrahúsunum í Føroyum, hevur kjak verið um málið, og fleiri hava víst sína ónøgd. Les meira um ætlanina her.
Les eisini: Samgongulimur: Klaksvíkar sjúkrahús skal ikki broyta navn
Landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, heldur, at leiðslurnar í Sjúkrahúsverkinum skulu fáa frið at arbeiða við málinum.
– Eg haldi tað er øgiliga umráðandi, at vit lata leiðslurnar í Sjúkrahúsverkinum, sum umboða tey trý sjúkrahúsini, fáa frið til at arbeiða við nøkrum tingum, so vit kunnu siga ja ella nei til eitt úrslit, sigur hann í samrøðu við Útvarpið.
– Arbeitt verður við einum felags samleika, og bara tað við navninum er ein partur av einum nógv størri arbeiði, sigur hann.
Hoyr innslagið her.
Les eisini: – Ætlanin um navnabroyting eigur at verða tikin aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald