Innanlands

Kaldari í veðrinum komandi dagarnar

Turt, men kalt, næstu tveir dagarnar

2018-10-04 14:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðrið restina av vikuna bjóða uppá skiftandi veður. Í dag regnar, men so er turt fram til sunnudagin.

Í dag og fram til í morgin tíðliga er avfall millum 0,1 til 0,7 mm. Hitin er millum 8 og 9 hitastig. Nakað av vindi er við 13-20 m/s av útsynningi.

Í morgin slítur í um 6 tíðina og vindurin minkar niður í 15 m/s. Síðani minkar hann um vindin til millum 7 og 10 m/s av útnyrðingi. Hitin minkar eisini út á degnum til 7 hitastig.

Leygarnátt er hitin 6 hitastig, vindmegin liggur um 7 m/s av útnyrðingi og einki avfall. Leygardag eru 7 til 9 hitastig, vindmegin millum 5 til 8 m/s av útnyrðingi og einki regn.

Sunnunátt veksur í vindinum frá 6 til 14 m/s av suðri við avfallið millum 1,9 og 5,2 mm. Tað slítur í á middegi, vindurin minkar til 5-6 m/s av útsynningi og hitin um 9 hitastig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder