
Stryhns Gruppen A/S afturkallar Jensens Køkkens Peber og Favorit sós, tí ethylenoxid er ávíst í vøruni.
Hesum boðar Heilsufrøðiliga starvsstovan frá.
Talan er um vøru, sum er seld í føroyskum handlum. Kaningar hava víst, at ov høgar nøgdir av ethylenoxid er í vøruni, og tí eigur tað at vera latnar aftur til handilin, har tað er keypt ella beint burtur, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Ethylenoxid er eitt týningarevni, sum kann vera krabbameinselvandi.
Vørurnar eru hesar:
Jensens Køkkens Peber Sauce, 250 ml
EAN: 5705900000208
Best fyri: 07.12.2021, 11.12.2021, 18.12.2021, 25.12.2021
Jensens Køkkens Favorit Sauce, 250ml
EAN: 5704000460929
Best fyri: 07.12.2021, 11.12.2021, 21.12.2021, 23.12.2021, 25.12.2021, 27.12.2021, 29.12.2021
Jensens Køkkens Favorit Sauce: 500ml,
EAN: 5705900009119
Best fyri: 23.12.2021, 28.12.2021, 30.12.2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald