2024-08-23 07:45
Kamala Harris góðtók í gjár formliga at vera demokratiskt valevni á amerikanska forsetavalinum í november.
Hetta fór fram á demokratiska flokstinginum, sum hevur verið seinastu dagarnar.
- Eg góðtakið tykkara tilnevning, segði Kamala Harris.
- Eg lovi tykkum, at eg verði forseti fyri allar amerikanarar. Tit kunnu altíð stóla uppá, at eg seti landið omanfyri politikk, segði forsetavalevnið.
Amerikanska forsetavalið verður 5. november.
Les eisini: Trump: - Allur heimurin flennir eftir okkum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald