
Fleiri fólk eru deyð, og fleiri onnur eru særd, eftir at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í kanadiska býnum Vancouver tíðliga í morgun okkara tíð.
Hetta hendi undir árligu Lapu Lapu gøtustevnuni, sum fagnar filipinska mentan.
Løgreglan í Vancouver upplýsir, at hon hevur handtikið ein 30 ára gamlan mann í sambandi við hendingina.
Løgreglan hevur ikki upplýst, hvussu nógv fólk eru deyð, ella hvussu nógv fólk eru særd, men sjúkrahúsverkið í økinum hevur fingið áheitan um at fyrireika seg til at taka ímóti nógvum fólki.
Løgreglan hevur heldur einki sagt um, hvørt talan var um eina vanlukku ella eina tilvitaða gerð. Meira verður upplýst, tá fleiri kanningar eru gjørdar, sigur løgreglan sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald