Enn er avgerðin ikki tikin um at avlýsa ella útseta olympisku leikirnar í Tokyo í summar. Men nú hevur fyrsta limalandið givið avboð.
Tað er olympiska nevndin í Kanada, COC, sum hevur tikið avgerð um ikki at senda ítróttafólk til summarolympisku leikirnar í Tokyo í juli orsaka av vandanum fyri at spjaða koronavirus.
Kanadisk ítróttafólk verða bert send avstað, um leikirnir verða hildnir einaferð seinni, stendur í fráboðanini hjá COC í morgun, sambært Reuters.
Kanada er sostatt fyrsta landið, sum kemur við slíkari fráboðan.
Sambært Reuters byggir avgerðin ikki bert á at verja kanadisku ítróttafólkini, men eisini at verja almenningin sum heild.
- COC og CPC (paralympiska nevndin) heita á altjóða olympisku nevndina, altjóða paralympisku nevndina og á WHO um at útseta OL í eitt ár. Onki hevur størri týdning enn heilsan hjá ítróttafólkunum og hjá heimssamfelagnum, stendur í fráboðanini.
Eisini olympiska nevndin í Avstralia roynir nú at fáa fyrireikararnar at útseta.
- Tað er greitt, at OL ikki kann haldast í juli, sigur formaðurin fyri olympisku nevndina í Avstralia, Ian Chesterman, eftir ein fund í nevndini.
Hann sigur í eini fráboðan, at landsins ítróttafólk nú eiga at fyrireika seg eftir at OL í Tokyo verður hildið á sumri 2021.
Í gjár nevndi japanski forsætisráðharrin fyri fyrstu ferð møguleikan um at útseta OL.
Les eisini: Nú umhugsar japanski forsætisráðharrin at útseta OL
Altjóða olympiska nevndin, IOC, segði í gjár eftir ein snarfund, at ein avgerð verður tikin í spurninginum innan fyri fýra vikur.
Eftir ætlan skulu olympisku leikirnir í Tokyo haldast frá 24. juli til 9. august 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald