2025-03-14 16:00

Mark Carney er nú tikin í eið sum nýggjur forsætisráðharri í Kanada.
Hann avloysir Justin Trudeau sum formann í liberala flokkinum og forsætisráðharri í Kanada.
Tað var 6. januar, at Trudeau boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær sum formaður í liberala flokkinum og forsætisráðharri í Kanada eftir nærum tíggju ár í sessinum, og sunnudagin í farnu viku varð Carney valdur til formann.
Mark Carney er 59 ára gamal of fyrrverandi stjóri í Bank of England og Bank of Canada. Hann er fyrsti forsætisráðharrin í Kanada uttan royndir sum politikkari ella ráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald