
Ein 30 ára gamal maður er skuldsettur fyri átta dráp, eftir at hann koyrdi inn í eina mannamúgvu í kanadiska býnum Vancouver náttina til sunnudagin okkara tíð, skrivar Ritzau.
Tað upplýsir løgreglan í Vancouver, sum leggur afturat, at fleiri skuldsetingar verða í málinum.
Talið á deyðum eftir hendingina, sum sambært løgregluni ikki var ein yvirgangsatsókn, er nú komið upp á 11. Tey deyðu eru millum fimm og 65 ár, men øll eru ikki eyðmerkt enn.
30 ára gamli maðurin, sum varð handtikin í sambandi við málið, er skuldsettur fyri tað, sum verður nevnt "second degree murder", sum merkir, at drápsmaðurin ikki frammanundan hevði lagt ætlanir um drápini.
At byrja við varð ikki upplýst, hvussu nógv vórðu særd, men sagt verður nú, at talið á særdum er yvir 20.
Hetta hendi undir árligu Lapu Lapu gøtustevnuni, sum fagnar filipinska mentan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald