Innanlands

Kanjon byggir nýggja koplingarstøð fyri SEV í Vestmanna

Kanjon átti lægsta tilboðið áljóðandi 21,6 milliónir

Høgni Hansen, deildarleiðari SEV og Kjartan Hansen, stjóri á Kanjon

Høgni Hansen, deildarleiðari SEV og Kjartan Hansen, stjóri á Kanjon

2018-11-08 06:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

SEV fer nú undir at gera nýggja koplingarstøð í Vestmanna, og verður tað Kanjon, sum fer at byggja hana.

Neyðugt er við nýggjari koplingarstøð í Vestmanna. Nýggja støðin, sum fer at loysa gomlu støðina á Válinum av, verður uml. 580 fermetrar til støddar og verður bygd millum Fossáverkið og goymsluna.

Arbeiðið at byggja koplingarstøðina varð boðið út, og av teimum fýra tilboðunum, sum inn komu, átti ta tilboðið áljóðandi 21,6 milliónir.

Mánadagin 5. november varð sáttmálin undirskrivaður á høvuðsskrivstovuni hjá Kanjon í Klaksvík.

Arbeiðið fer í gongd 18. november. Gongst eftir ætlan, stendur nýggja koplingarstøðin í Vestmanna liðug í apríl 2020 og verður klár at taka í nýtslu á heysti 2020. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder