Hóast mann nú hevur verið í gongd við at flyta ferðafólk í land í fleiri tímar, eru bert eini 136 ferðafólk komin í land higartil.
Sambært bjargingarfólki, koma tey at halda fram við hesum til langt út á náttina. Eisini verður arbeitt við at fáa gongd í motorin á skipinum.
Fyrr í kvøld varð boðað frá, at eitt flutningsskip, sum eisini var í økinum, hevði fingið maskintrupulleikar, og tí var ætlanin at flyta tey níggju fólkini umborð á skipinum í land eisini. Sambært DR hevur skiparin umborð á flutningsskipinum tó sagt, at teimum ikki tørva hjálp kortini, og at tey eru før fyri at loysa trupulleikan sjálvi.
Fimm bjargingartyrlur flúgva aftur og fram millum meginlandið og Viking Sky, har ferðafólk verða tikin upp ein og ein.
Boa Heimdal, ein stórur sleipari, er nú ávegis til Hustadvika, har Viking Sky liggur. Væntað verður, at Boa Heimdal kemur á staðið á midnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald