Uttanlands

Kann vera endin á ófriðinum í demokratiska flokkinum

Orsakað av skottilburðinum í Pennsylvania um vikuskiftið verður ikki tosað eins nógv um støðuna hjá Biden, siga demokratiskar keldur við amerikanskan miðil

Seinastu vikurnar hevur verið heitt á Biden um at fara úr forsetavalstríðnum og lata eitt yngri valevni taka yvir (Mynd: EPA)

Seinastu vikurnar hevur verið heitt á Biden um at fara úr forsetavalstríðnum og lata eitt yngri valevni taka yvir (Mynd: EPA)

2024-07-15 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Morðroyndin móti fyrrverandi amerikanska forsetanum leygarkvøldið kann vera endin á ófriðinum í demokratiska flokkinum.

Tað siga fleiri keldur hjá Demokratunum við NBC News.

Seinastu vikurnar hava fleiri demokratar og stuðlar hjá flokkinum heitt á 81 ára gamla Joe Biden um at fara úr forsetavalstríðnum, eftir at hann kláraði seg illa í orðaskiftinum móti Trump. Uml. 20 limir í amerikonsku Kongressini hava alment heitt á hann um at gevast og lata eitt yngri valevni taka yvir.

Ein kelda sigur við amerikanska miðilin, at tað er sera torført at hava eina almenna samrøðu um støðuna hjá Biden sum forsetavalevni í løtuni orsakað av hendingini í Pennsylvania um leygarkvøldið.

Demokratar hava eisini steðgað øllum politiskum álopum á Trump orsakað av hendingini - í øllum førum fyribils. Stutt eftir hendingina varð boðað frá, at Biden fór at hava ein steðg í valstríðnum, og vóru sjónvarpslýsingar hjá Biden, sum vóru atfinningarsamar mótvegis Trump, m.a. tiknar av skrá.

Les eisini: Biden biður fyri Trump og bakkar nakað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder