placeholder
Innanlands

Kanna mál um dronur í Hvannasundi

Tá grind varð hildin til í Hvannasundi í gjár, fingu fólk eyga á tvær dronur, sum flugu uppiyvir teimum – Skotið varð eftir einu dronuni, og nú er málið endað hjá løgregluni

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2021-06-28 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá grind var í Hvannasundi í gjárkvøldið, vóru eisini tvær dronur, sum flugu uppiyvir, meðan drápið var.

Norðlýsið skrivar, at fólk hildu dronurnar hava tilknýti til umhvørvisfelagsskapin Sea Shepherd, og onkur skeyt eftir tí einu dronuni við byrsu.

Málið er nú endað hjá løgregluni, visti Útvarpið at siga í morgun.

Viðkomandi, sum fleyg dronuna er sjálvur komin til løgregluna við henni, og málið verður nú kannað. M.a. verður kannað, um loyvi at flúgva við dronuni var í lagi.

Les eisini: 123 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi í gjár

Grindin í Hvannasundi var seinna grindin hetta vikuskiftið. Seint leygarkvøldið varð ein onnur grind funnin í Vestmannasundi. Tann grindin varð hildin til í Leynum, og tá varð eisini ein drona sædd uppiyvir grindini. Tá varð tó ikki skotið eftir henni.

Sí eisini: Myndir: Grind í Leynum

Dagførd kl. 12.32

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder