Uttanlands

Kanna um Novichok er goymt fleiri staðni

Halda at álopið møguliga varð samskipað av tveimum liðum

Sergej Skripal og dóttur hansara Yulia vórðu eitraði av Novichok (Mynd: CNN)

Sergej Skripal og dóttur hansara Yulia vórðu eitraði av Novichok (Mynd: CNN)

2018-07-25 11:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kanningarfólk kanna í løtuni, um nervaeitrið Novichok, sum varð nýtt at eitrað fyrrverandi russiska njósnaran Sergej Skripal og dóttur hansara Yulia, møguliga var goymt í fleiri íløtum kring Salisbury í Onglandi.

Tvey fólk, sum flugu ur Onglandi stutt eftir álopið, eru undir illgruna í sakini, og nú kanna myndugleikarnir, um talan var um tvey lið, sum samskipaðu álopið. Tað eina liðið goymd Novichok onkunstaðni í Salisbury, meðan hitt liðið framdi álopið. Myndugleikarnir royna eisini at finna fram til, um nervaeitrið varð goymt fleiri staðni í Salisbury, skrivar CNN.

Bretsku heilsumyndugleikarnir hava ávara fólk um at nema við fremmandar lutir.

Novichok er eitt sjáldsamt nervaeitur, sum sovjettiski herurin framleiddi undir kalda krígnum. Bretska stjórnin hevur ákært Russland fyri at standa aftanfyri álopið á Skripal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder