Tað eru bert tvær vikur síðani, at tað varð loyvt at keypa kannabis til egið njótilsi í Kanada, og longu nú manglar kannabis í landinum. Tað skrivar DR.
Sostatt er tað til fánýtis, tá vónrík viðskiftafólk fara inn í einum av nýggju kannabis-handlunum at ogna sær kannabis, og tí eru nógv eisini longu farin aftur til svarta marknaðin.
Tíðindini um, at kannabis varð loyvt tann 17. oktober vóru annars væl móttikin. Fyrstu dagarnar vóru langar køir við fleiri av kannabis-handlunum, men longu næsta dagin boðaðu fleiri handlar frá, at tað var útselt.
Tað er ikki ein spurningur um, hvørt Kanada kann framleiða nóg mikið av kannabis. Tað er lang bíðitíð hjá handlunum, sum hava bílagt nýggjar vørur, m.a. orsakað av, at tað tekur langa tíð at geva út almenn loyvi til framleiðarar.
Les eisini: Nú er frítt hash í øllum Kanada
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald