Innanlands

Kanning: Havnarfólk drekka stórt sæð ikki fløskuvatn

Tað er ein vánalig forrætning at selja vatn til havnarfólk. Bert 2% av havnarfólki keypa regluliga vatn í fløsku. Hini 98% drekka vanliga bara kranavatn. Summi drekka fløskuvatn av og á, men 80% drekka at kalla als ongantíð fløskuvatn, vísir ein kanning hjá spyr.fo

2021-02-11 14:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hetta er ikki av tilvild. Orsøkin er, at nærum 100% av drekkivatninum í dag er sóttreinsað, og vatnið er so reint, at mong meta, at tað er nógv tryggari at drekka kranavatn enn fløskuvatn. Og í løtuni renna 245 tons av lekrum reinum vatni um tíman úr Villingardali oman í Havnina.

Søgan um vatnverkið

Kommunala vatnveitingin í Havn er frá 1898. Drekkivatnið kom upprunaliga bara úr Havnará, Stóri Dammur lá á leið har, sum Rasmus Effersøe í dag stendur og hyggur út yvir Vaglið. Klæðini vórðu eisini vaskað í ánni, vanligt var at vaska útfyri har, sum Hafnia er í dag.

Bassengið Undir Gráasteini - har sum ellisakførini halda til í dag - varð bygt undir seinna kríggi, og tað varð brúkt, líka til vatnverkið í Villingardali varð tikið í nýtslu í 1988. Áðrenn vatnveitingin í Villingardali varð bygd, kom tað nógva vatnið úr Havnardali.

Fyrsta vatnreinsiverkið kom í Havnardali í 1966. Tað varð eitt øgiligt trýst lagt á kommununa um at reinsa vatnið, tí ikki bara var ov lítið av vatni, men tað var eisini rættuliga skitið til tíðir.

Hesa tíðina royndi ein stórur russiskur sildarfloti við Føroyar, og sagt varð, at hvørja ferð skipini tóku vatn á Havnini, so misti allur ovari parturin av býnum vatnið. Hetta førdi so m.a. til, at nakrar mammur troppaðu upp á býráðsskrivstovuni í Arnes Minde og løgdu eitt knýti av óvaskaðum blæum á borðið hjá Sigfried Skaale, sum tá var borgarstjóri. Tá kom glið á vatnútbyggingina.

Krøv um reint vatn

Í dag eru fólk nógv meira tilvitað um dygdina á vatninum. Vatnið skal vera klárt og reint, bæði kemiskt og bakteriologiskt. Í Villingadali er ein byrging, sum tekur á leið 650.000 tons av vatni. Vatnið rennir inn á verkið og fer fyrst ígjøgnum sandfiltur, síðan verður tað strálað við UV-ljósi, sum drepir bakteriur.

Síðan verður kálk sett til fyri at hækka ph-virðið, tí regnvatnið ger vatnið nakað súrt, eins og basiska vatnið við ph-virði á 7,8 er betur, bæði fyri heilsu og rørleiðing. So er klárt hjá havnarborgarum at drekka.

Bakteriufrítt kranavatn

Heilsufrøðiliga Starvsstovan setir ymisk krøv til vatnið. Talan er um nakrar sokallaðar normar, sum skulu haldast, og í hesum sambandi verða royndir tiknar á fleiri ymsum støðum í kommununi hvønn einasta mánað. Úrslitini eru vanliga í lagi.

Tá vatnverkið onkuntíð mælir fólki til at kóka vatnið, so er tað tí at ivamál eru, ella at Starvsstovan hevur staðfest bakteriur. Tað kann eisini vera, at SEV hevur trupulleikar og at UV-lampan tí er slóknað, so at vatnið er runnið óreinsað ígjøgnum.

Hvaðan bakteriurnar koma er ikki altíð gott at vita. Vatn rennir í byrgingina frá einum øgiliga stórum hagalendi, haðan nógvar ymsar bakteriur kunnu koma. Men tað stutta av tí langa er, at nærum 100% av borgarunum í kommununi nú fáa sóttreinsað vatn.

Reint Aqua Communalis

Okkara kranavatn – aqua communalis - er bakteriufrítt. Og nógv meina, at tað er betur at drekka kranavatn enn at keypa vatn í fløsku. Vit hava ein annan hugburð til vatn enn okkara grannar. Í Føroyum kostar vatn onki og vit hava vanliga ríkiligt av tí.

Tí frossa vit, meðan onnur skrúva fyri, meðan tey busta tenn, hava stóra- og lítlaskol á vesikummuni og brúka sparibrúsur. Men tað er ikki heilt rætt, at okkara vatn onki kostar - vatnverkið kostar, kanningarnar kosta, fráboðanir og lýsingar kosta - og frossarí er helst altíð av tí ónda.

Nú tosa fólk aðrastaðni um vatnmangul orsakað av liggjandi frosti. Í Havn minnast fólk ilt aftur á ár 2000, sum var turrasta ár í 110 ár - tá stóð veruliga á hjá vatnverkinum at veita vatn til allar borgarar. Men tað er ikki vanligt.

At enda kann nevnast, at eitt, sum økir um nýtsluna av kommunalum vatni og minkar um keypið av fløskuvatni er, at skúlar og aðrir stovnar nú hava sonevndar vatnmaskinur, har næmingar og onnur kunnu fáa sær.

– Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder