
Veljarakanningar geva ábendingar um, at Stórtingið í Noregi fær ein greiðan reyð-grønan meiriluta eftir valið í morgin.
Ein kanning, sum er gjørd fyri norska TV 2, sum er seinasta kanningin hjá miðlinum undan valinum, vísir, at reyðgrøni vongurin fær 91 umboð - meira enn tey 85, sum eru neyðug fyri at fáa meiriluta - meðan tey borgarligu varðveita síni 77 umboð, skrivar Ritzau.
Sambært kanningini verður Arbeiderpartiet størsti flokkurin við 27,3 prosent av atkvøðunum, meðan Fremskrittspartiet fær 21,3 procent. Tað er tí líkt til, at sitandi forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre úr Arbeiderpartiet kann halda fram sum stjórnarleiðari.
Høyre, flokkurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Erna Solberg stendur til at fáa 14,9 prosent av atkvøðunum.
Í miðal vísa tær 13 kanningarnar, sum eru gjørdar higartil í september, at flokkurin hjá Jonas Gahr Støre fær 27,1 prosent av atkvøðunum, meðan Fremskrittspartiet fær 21,0 prosent, og Høyre fær 14,4 prosent. Hetta gevur framvegis reyðgrøna vonginum 88 umboð í Stórtinginum, meðan tey borgarligu fáa 81 umboð.
Les eisini: Val í Noregi: Talið á brævatkøðum sett met
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald