Uttanlands

Kanning: Yvir helvtin vil framvegis hava Støre til forsætisráðharra

Sambært kanning hjá norska TV 2 vilja 50,1 prosent av veljarunum hava formannin í Arbeiderpartiet at halda fram sum forsætisráðharra

Jonas Gahr Støre hevur forsætisráðharri í Noregi seinastu fýra árini, og sambært veljarakanningunum er líkt til, at hann heldur fram sum stjórnarleiðari (Savnsmynd)

Jonas Gahr Støre hevur forsætisráðharri í Noregi seinastu fýra árini, og sambært veljarakanningunum er líkt til, at hann heldur fram sum stjórnarleiðari (Savnsmynd)

2025-09-08 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein lítil meiriluti av norska fólkinum vil hava sitandi forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre úr Arbeiderpartiet at halda fram at stjórna landinum, vísir ein veljarakanning, sum norska TV 2 kunngjørdi um vikuskiftið.

50,1 prosent av teimum spurdu søgdu seg ynskja Støre sum forsætisráðharra, meðan 24,4 prosent vildu heldur hava forkvinnuna í Høyre, Erna Solberg sum stjórnarleiðara. Á triðja plássi er Sylvi Listhaug úr Fremskrittspartiet. Hon fær undirtøku frá 20,1 prosent av veljarunum.

Sambært Ritzau er hetta fyrstu ferð undir hesum valstríðnum, at undirtøkan hjá Jonas Gahr Støre er yvir 50 prosent.

Ein onnur kanning, sum er gjørd fyri norska VG og Aftenposten, sum varð kunngjørd í gjár, vísir eisini, at tey flestu vilja hava Støre skal at halda fram sum forsætisráðharri, men her fær hann bert undirtøku frá 47 prosent av teimum spurdu.

Her fáa Erna Solberg og Silvi Listhaug ávikavist 24 og 21 prosent. Átta prosent hava hinvegin svarað, at tey ivast ella ikki vilja hava nakran av hesum trimum sum forsætisráðharra.

Val er í Noregi í dag, og sambært veljarakanningunum er líkt til, at sitandi stjórn kann halda fram.

Les eisini: Kanning: Stjórnin hjá Støre varðveitir meirilutan


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder